Kim er føddur í Keypmannahavn, meðan foreldur hansara, Aina og Ejler Ejdesgaard búðu í Danmark.
Kim var tvey ára gamal, tá ið familjan flutti heim aftur til Føroyar at búgva.
Hann er elstur av fimm systkjum, hann eigur tveir beiggjar, Gordon og Johannes, og tvær systrar, Eyðrit og Fríðgerð. Øll búgva í Havn uttan Fríðgerð, sum býr í Danmark.
Kim vaks upp í Heygskróki í Havn. Har á leiðini vóru nógvir smádreingir , og hann fann sær nógvar vinir.
Sum ungur arbeiddi Kim hjá E.Phil & Søn, tá ið molin í Havn bleiv útbygdur.
Eitt skifti arbeiddi hann í Svøríki, áðrenn hann fekk starv hjá Nýggja Bókahandli á Káta Horninum í Havn. Har arbeiddi hann í 15 ár og var fastur kundi á Kondittarínum. Síðan hevur hann arbeitt hjá Formula, har hann starvast sum sølustjóri.
Sum ungur bleiv Kim trúlovaður við Elisabeth Simonsen úr Sørvági, hon lærdi til sjúkrasystir í Havn. Tey giftust og fingu trý børn saman. Kim var bert 19 ára gamal, tá ið hann bleiv pápi fyrstu ferð. Børnini eru: Mariann, Beinta og Magnus. Í august 2001 doyði Elisabeth eftir stutta sjúkralegu.
Hjartaliga tillukku við degnum.
X.









