Kim Durhuus fer frá sum borgarstjóri

Sunda kommuna skal finna nýggja borgarstjóra og vara­borg­ar­stjóra.

Kim Durhuus boðar í morg­un frá, at hann eftir drúgva umhugsunartíð
hev­ur gjørt av ikki at stilla upp til komandi komm­un­u­val. Kim Durhuus hevur ver­ið borg­ar­stjóri í Sunda komm­unu síðan 2009. Framm­an­undan sat hann sum van­ligur limur í Sunda komm­unu frá 2005 til 2008.
Kim Durhuus sigur við Por­t­alin, at hann heldur seg hava tænt sína »vern­a­plikt« í komm­­u­n­­a­l­pol­i­tikki. Frá­farandi borg­ar­stjór­in sat eis­ini í gomlu Hósvíkar komm­nu, sum meinigur lim­ur frá 1989 til 1992 – og sum bygd­ar­ráðs­for­m­að­ur frá  1. januar 1993 til august 1994, tá hann fór uttanlands í lestrarørindum.
Sum skilst, so stillar Gur­ið Samuelsen, vara­borg­ar­stjóri, heldur ikki upp til komm­u­nu­val­ið hes­a­ferð.