Kim Brink hevur fingið fast starv í FCK

Fótbóltur: Og fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Henrik Larsen, skal nú vera hjálparvenjari

Nú skulu viðurskiftini í FC Keypmannahavn fáast í eina fasta legu. Hetta er eitt ynski hjá leiðsluni, og tað er ikki ilt at ímynda sær, at bæði viðhaldsfólk og spælarar eisini vilja hava, at dagliga gongdin ikki verður so umskiftandi, sum hon hevur verið hesa síðstu tíðina.

Í síðstu viku frættist, at Henrik Larsen er givin at spæla. Í staðin fyri at kappast um pláss á liðnum skal hann vera hjálparvenjari hjá Kim Brink. Hetta starvið hevur Bjarne Hansen annars røkt øll árini, síðani FCK var til. Hann er gamal KB maður, og hann var bæði unglingavenjari og hjálparvenjari, áðrenn FCK varð til.

Tá Kim Brink var venjari síðsta heyst, hevði Henrik Larsen ilt við at stríða seg til fast pláss á liðnum. Í ár var hann við í fyrsta landskappingardystinum, sum teir taptu í Brøndby, men tá varð hann útskiftur, og nú er karrieran hjá europameistaranum frá 1992 liðug. Eftir at Danmark hevði vunnið EM í Svøríki, vórðu fleiri av spælarunum seldir uttanlands, og ein av teimum var júst Henrik Larsen, sum spældi í Italia eitt skifti. Hann hevur annars verið liðfelagi hjá Toda Jónsson ? fyrst í Lyngby og síðani í FCK.


Brinkurin fast starv

Leiðslan í FCK boðaði eisini frá í síðstu viku, at teir hava gjørt sáttmála við Kim Brink. Hann skal vera venjari fram til ársskiftið 2000/2001 ? í hvussu so er, sum tað varð tikið til.

Við sáttmálanum og útsøgnini ynskir FCK at siga, at nú hava teir fult álit á venjaranum, sum teir tvær ferðir áður hava sett frá starvinum. Fyrst tí tað gekk so illa ? tá gjørdist Kim Brink tað, teir kalla ítróttarstjóri í felagnum ? og Kent Karlsson tók við venjarastarvinum, og síðani tí teir vildu hava besta venjaran í Danmark, sum inntil fyri tveimum vikum síðani varð hildin at vera Christian Andersen. Seinnu ferðina var Kim Brink ein neyðloysn sum venjari, tí Kent Karlsson av familjuávum kendi seg noyddan at flyta aftur til Svøríkis. Men nú verður Kim Brink altso ikki mettur sum nøkur neyðloysn, og so mugu vit bara vóna, at tað fer at gangast væl ? bæði hjá honum og ikki minst hjá Toda Jónsson.

Superligan helt frí síðsta vikuskifti, tá Danmark spældi landsdyst í Parkini móti Italia, sum vann 2-1. Í morgin fer bólturin á rull aftur í superliguni, og tá skal FCK spæla í Lyngby. Gamla felagið hjá Toda Jónsson spældi mánakvøldið á heimavølli útsetta dystin móti AaB. Úrslitið var 1-1, og í donskum fjølmiðlum verður sagt, at Lyngby spældi sera væl og hevði havt uppiborið at fingið øll stigini.

Undankappingarbyrjan í fjør heyst varð roknað við, at Lyngby, sum hevði mist venjaran og eina rúgvu av spælarum, skuldi teljast millum feløgini, ið fóru at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, men enn eina ferð er sannleikin í tí, sum danin Storm P segði, staðfestur. Tað er torført at spáa og serliga torført tá tað snýr seg um framtíðina. Lyngby er á 5. plássi beint í hølinum á FCK. AaB er á triðja plássi. AB er framvegis á odda, og Brøndby er næstfremst.