Kim Andersson valdi KIF København

Nú er greitt, at svenski stjørnuspælarin Kim Andersson verður í hópinum hjá tí nýggja danska hondbóltsfelagnum KIF København.

 

Kim Andersson hevði júst skrivað undir sáttmála við AG København, tá tað felagið brádliga fór av knóranum. Síðani er hann settur í samband við fleiri feløg, og sjálvur sigur hann, at hann hevur fingið áhugaverd tilboð frá seks ella sjey feløgum, eitt nú Barcelona, men tað var ov langt burturi frá familjuni, sum býr í Svøríki, sigur hann við TV2.

 

Eygleiðarar siga, at tað er ein stórur fongur fyri KIF København at fáa Kim Andersson í hópin, sum frammanundan telur nøvn sum Kasper Hvidt, Joakim Boldsen, Lars Jørgensen, Bo Spellerberg og Lasse Boesen.