Tað hevur leingi ljóðað í hondbóltsheiminum, at danska meistaraliðið AG København vildi hava svenska stjørnuspælaran Kim Andersson, og í dag er váttað, at partarnir hava skrivað undir sáttmála.
-Tað er sera gleðiligt, at vit hava fingið semju við Kiel og Kim Andersson, sum sjálvur hevur víst stóran áhuga fyri at spæla við AG København. Kim er ein av heimsins bestu spælarum og saman við Ólafi Stefánssyni tann besti á plássinum sum høgri bakkur, sigur stjórin í AGK, Søren Colding.
Kim Andersson hevur spælt við týska felagnum THW Kiel tey seinastu sjey árini, og í ár hevur felagið vunnið týska meistaraheitið í Champions League.
Kim Andersson, sum er 29 ára gamal, hevur spælt 183 landsdystir fyri Svøríki og skotið 667 mál fyri landsliðið.