Kim Andersson kanska til Qatar

Tað ljóðar nú, at svenska hondbóltsstjørnan Kim Andersson er á veg til felagið Al-Sadd í Qatar. Kim Andersson skifti í summar frá týska felagnum Kiel til AG Købernhavn, men hann slapp ikki at spæla ein einasta dyst fyri nýggja felagið, áðrenn tað fór á húsagang í næstsíðstu viku.

 

Nakrir av spælarunum hjá AG Købnhavn hava saman við Kolding stovnað felagið KIF København, og tað hevur ljóðað, at teir vildu hava Kim Andersson at koma við teimum. Men sum skilst kundi tað nýggja felagið ikki kappast við Al-Sadd, sum sigst vera sinnað at rinda svianum eina millión evrur fyri ein tvey ára sáttmála.

 

Tekur Kim Andersson av tilboðnum frá Al-Sadd, kann tað henda, at hann skal spæla ímóti sínum gomlu liðfeløgum í Kiel í næstu viku, tá Super Cup-kappingin verður júst í Qatar.

 

Annars kann tað tykjast eitt sindur løgið, um Kim Andersson fer til Qatar, tí hann vildi sleppa úr Kiel til Keypmannahavnar fyri at vera nærri konuni, sum býr í Ystad í Svøríki.