Kilometur long bíðirøð við Vágatunnilin

Bíðirøðin við Vágatunnilin var kilometurlong eftir kappróðurin á Vestanstevnu. Ein av orsøkunum var, at tólini, sum verða brúkt til gjaldsskipanina ikki tola váta føroyska veðrið

Fólk bíðaðu upp til 45 minuttir, áðrenn tey sluppu yvir um Vestmannasund leygardagin. Bíðirøðin var kilometurlong og umleið klokkan 17.30 rakk hon niðan á svingið oman fyri Fútaklett.
Orsøkin var, at tólini, sum verða brúkt til at gjalda við, ikki tola vætu. Tá vaktirnir, sum kravdu pening inn, høvdu verið úti í regninum við teimum eina løtu, riggaðu tey ikki longur, og fólk máttu koyra kortið ígjøgnum eini tíggju ferðir verður sagt frá Ansni, sum hevur ábyrgdina av at avgreiða gjaldandi bilarnir, sum skulu gjøgnum tunnilin.
Nógv kappróðrarfólk vóru, sum skuldu við Dúgvuni, og tí valdi ein bussførari, sum koyrdi privat, at koyra út í vinstru síðu og fram um bilarnar, sum stóðu í bíðirøð.
- Eg stakk snútan út og teir vinkaðu meg fram, sigur bussførarin, og heldur, at hann í øllum førum hevur koyrt ein kilometur í vinstru síðu. Aðrir bilar fylgdu eftir og ein løtu var ein samanhangandi røð av bilum í vinstru síðu oman í móti tunnlinum.
- Tað var rímuliga gott sýni, og eg meti ikki at nakar vandi var á ferð, sigur bussførarin.

Skulu boða løgregluni frá
Uni Vestureið, politikomiserur sigur, at um knútur kemur í á einu síðu, eigur løgreglan at verða boðsend so teir kunnu avgreiða ferðsluna á ein tryggan hátt.
- Trupulleikin í hesum førinum er, at ferðslan, sum kemur frá Streymoynni ikki hevur nakra avmerking um, at hon skal seta ferðina niður, tað hava teir hinvegin, sum koma frá Vágunum, sigur Uni Vestureið. Hann mælir tó til, at allir bilførarir vísa serligan ans í einari tílíkari støðu.
- Tað eru fyrst og fremst bilførarirnir, sum skulu koyra varliga, so tamarhaldið ikki verður mist á støðuni, sigur hann.
Ansni, sum hevur ábyrgdina av at avgreiða bíðirøðina við Vágatunnilin, metur ikki, at nakar vandi var á ferð, og teir valdu ikki at seta seg í samband vil løgregluna. Tað gera teir bert, um nakað brot er á lógina, siga teir.
Ein onnur orsøk til, at ferðslan steðgaði upp við Vágatunnilin er, at bilar, ið hava kubba ikki kunnu skiljast frá bilum, sum skulu gjalda, fyrr enn stutt fyri gjaldstøðina.
- Vit høvdu fyrireikað okkum til meiri ferðslu, nú Vestanstevna var, men veðrið gjørdi at gjaldskipnain ikki riggaði, sigur stjórin á P/F Vágatunnilin, Dávur Reinert Hansen. Terminalarnir, sum ikki riggaðu, eru Pointterminalarnir frá Føroya Tele.
- Nú hava vit bert havt hesa skipan í eitt hálvt ár, og eg vænti at vit enduskoða hana í heyst. Tað eru nógv viðurskifti, sum ikki rigga, sum tey skulu, og sum skulu broytast, sigur Dávur Reinert Hansen. Til dømis eigur breytin at breiðkast, so bilarnir kunnu deilast langt fyrr. Sum støðan er nú, standa bilarnir, sum skulu gjalda og blokera fyri bilarnir, sum hava kubba.