Hóast Kilmarnock hevur staðið seg rættiliga væl í skotsku kappingini í ár, má tað sigast at vera óvæntað, at liðið megnaði at vinna Scottish Communities League Cup kappingina við finalusigri á 1-0 móti Celtic sunnudagin.
Hetta er fyrst ferð, at Kille, sum felagið eisini verður rópt, vinnur hesa steypakappingina, og tað forðar fyri, at Celtic í ár kann vinna the treble.
Celtic er 20 stig á odda í landskappingini, serliga tí at Rangers hava fingið frátikið 10 stig vegna fíggjarligt óskil, og eru tí meiri ella minni vísir í at vinna skotska meistaraheitið.
Tað var Dieter van Tornhout, sum seks minuttir fyri tíð headaði Kilmarnock á odda, og Celtic megnaði ikki at svara aftur.
Celtic er tó framvegis við í stóru skotsku steypakappingini, og kann tí enn vinna the double.