Tað besta Queen, tú fært nú á døgum, er skoðsmálið, ið Killer Queen fær. Besta Queen showið í Evropa kemur á ársins Okkara Voxbotn.
Rúni Djurhuus fyriskipari er eisini ivaleysur: Vit kunnu av góðum grundum ikki fáa Queen við Freddie Mercury til Føroyar, men tónleikurin heldur 100% enn, og Killer Queen duga betur enn nakar annar at spæla tónleikin og at levera showið, tí Queen er eisini show. Vit hava leingi spælt við tankan um at fáa teir á Okkara Voxbotn. Í fjør umhugsaðu vit tað alvorliga, og sjálvt um teir ikki komu tá, so blivu teir við at spøkja, tí eri eg ordiliga glaður, at vit nú kunnu bjóða føroyingum Killer Queen.
Okkara Voxbotn er vorðið ársins tónleikaveitsla í Havnini, og tann pompøsi og fantastiska fangandi tónleikurin hjá Queen er perfektur til eina tílíka veitslu.
Vit kunnu gleða okkum til løg úr eini lagaskjáttu, ið telur løg sum “Bohemian Rhapsody”, We Are the Champions”, “Bicycle”, “We Will Rock You”, “Don’t Stop Me Now”, "Crazy Little Thing Called Love”, "Another One Bites the Dust”, "Under Pressure”, "Radio Ga Ga”, "I Want to Break Free”, "A Kind of Magic”, "I Want It All”, "The Miracle”, "I'm Going Slightly Mad”, "The Show Must Go On" og sjálvandi “Killer Queen” umframt nógv onnur.
Egið show á West End
Bólkurin Killer Queen varð stovnaður í 1993, og spældi sínar fyrstu konsertir á London University, har Queen 21 ár frammanundan spældi sína fyrstu konsert.
Longu tvey ár seinni var bólkurin so vældámdur, at teir fingu sítt egna Queen show á kenda West End í London. Hetta var fyrsti sonevndi tribute bólkur, ið fekk hendan møguleikan.
Eisini BBC varðnaðist bólkin, og sendi teirra framførslu á landsdekkandi sjónvarpi. Hetta var við til at gera Killer Queen uppaftur kendari, og teir fóru á konsertferð kring Evropa, har eftirspurningurin var stórur.
Heimsins bestu
Í 1999 varð Killer Queen valdur til heimsins besta tribute bólk á stórari samkomu í London, og tað er ikki óuppiborið. Tónleikararnir eru framúr, og teirra show er somikið gott, at bæði Roger Taylor og Brian May úr Queen hava spælt saman við teimum, eins og Montserrat Caballé, ið sang duettina “Barcelona” við Freddie Mercury, hevur sungið við teimum.
Killer Queen hava enntá havt eitt nummar 1 hitt í Onglandi. Tað var við Queen sanginum “The Real Life”, saman við Fatboy Slim í 2001.
Bólkurin hevur sum ein av teimum heilt fáu tribute bólkunum spælt konsertir í ítróttarstadionum, og tá Sir Bob Geldof skipaði fyri einari tribute Live Aid konsert, so var tað Killer Queen, ið umboðaði Queen.
Nú koma teir á Okkara Voxbotn.
Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Killer Queen eru bólkar sum Return, Swangah og Byrta avdúkaði, eisini fer ein rúgva av øðrum føroyskum og útlendskum bólkum á pallin henda dagin.
Atgongumerkjasølan til Okkara Voxbotn 2014 gongur strúkandi, atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vodafone handlunum og á ebillett.fo.