Sum tað sætta landið í Suðuramerika hevur Kili nú viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt ríki. Hini fimm londini eru Brasil, Argentina, Ekvador, Venesuela og Uruguay. Herumframt hevur Kuba eisini viðurkent Palestina, og Bolivia er á veg við sínari viðurkenning.
Ísraelska blaðið Haarets skrivar, at Ísrael og USA eru ikki fegin um avgerðirnar hjá londunum at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki, tí tað gagnar ikki royndunum at fáa ísraelsmenn og palestinar at taka friðarsamráðingarnar uppaftur.
Í næstum skal ST-trygdarráðið væntandi taka støðu til eitt uppskot, sum skal fordøma ísraelsku avgerðirnar at víðka búsetingarnar á Vestara Áarbakka. Tey, sum leggja uppskotið fram, siga, at ísraelsku avgerðirnar eru ólógligar, og at tær forða fyri varandi friði í Miðeystri.










