Útflutningurin av laksi úr Kili til USA er øktur við einum triðingi, og Kili var størsti útflytarin av laksi til USA fyrsta ársfjórðing í ár. Tað vísir ein uppgerð hjá Fisheries Statistics Division.
Tað veit Vinnuhúsið at siga.
Kili útflutti 40.655 tons av laksi til USA fyrsta ársfjórðing, og tað er 34 % meira enn sama tíðarskeið í fjør. Virðið á útflutninginum var 357,45 mió. USD fyrstu fýra mánaðirnar. Tað skrivar heimasíðan Kyst.no.
Kanada er næststørsti útflytari av laksi til USA. Kanadisku feløgini útfluttu fyri 192 mió. USD, sum var ein nøgd uppá sløk 30.000 tons. Hetta er ein lítil minking í nøgd og virði samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Noreg er triðstørsti útflytari av laksi til USA. Noreg útflutti fyri slakar 50 mió. USD og umleið 4.800 tons av laksi. Hetta er eisini ein lítil minking í norska útflutninginum av laksi til USA.
Sambært uppgerðini hjá Fisheries Statistics Division hava Føroyar útflutt fyri 36,2 mió. USD fyrsta ársfjórðing í ár, og talan er um sløk 5.000 tons. Havast skal í huga, at í hesi uppgerðini er feskur laksur og laksaflak blandað saman.