Kiksaði hjá Randi

Randi Kúrberg var í morgun seinasti føroyski íðkarin, sum var í kapping í frælsum ítrótti.

Hamarkast var á skránni, og her hevði Randi í øllum førum vón um eitt finalupláss. Men tað gekk als ikki. Besta kastið, sum Randi hevur kastað, fór út um 36 metrar fyri einum mánaði síðani, men hesa ferð gekk heilt galið. Bert eitt av teimum trimum kastunum kom út á breytina, og hetta var einans 29,52 metrar. Og tað rakk ikki til finalupláss. Um Randi hevði kastað upp til sítt besta, vildi talan verið um eitt 3. ella 4. pláss.