Kikki Danielsson & Roosarna til Føroya

Leygarkvøldið 31. oktober sleppa dansiglaðir føroyingar at svinga í høllini á Hálsi saman við svensku Kikki Danielsson & Roosarna og føroyska dansibólkinum Spaðar 5. Kikki Danielsson er millum fólkakærastu dansibandstjørnur yvirhøvur, og framførslur hennara við løgum sum Dag efter dag, Bra vibrationer, Sången skall klinga og øðrum hava glett dansihjørtu í mong ár og givið henni fleiri tónleikavirðislønir. Við á føroyaferðini eru eisini Rooserna, ið leingi hevur verið fasta orkestrið hjá svensku dansibandsdrotningi.

Saman við Kikki spælir eisini føroyski bólkurin Spaðar 5, ið við sangfuglinum Joen Magnusi Danielsen og guitarlegenduni Ólavi Øster á odda plagar at vera garantur fyri dansitónleiki, tá ið hann er allarbestur.

Atgongumerkir fáast á eBillett.fo

Forsølan til dansikvøldið er longu byrjað. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni www.ebillett.fo og kosta 200 krónur. Tey verða eisini seld við dyrnar sjálvt kvøldið fyri 250 krónur. Útselt var seinast, tá ið Kikki spældi í Føroyum, og fleiri hundrað fólk sluppu ikki inn. Tey, sum vilja tryggja sær atgongumerki, hava tí høvið at ogna sær tað nú í góðari tíð.

Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum leggur lunnar undir kvøldið. Peningurin, sum inn kemur, fer allur til ítróttararbeiði felagsins.