Kikhosti herjar í Danmark

Ikki blivin ein umfarssjúka í Føroyum, sigur landslæknin

Kikhosti herjar í Danmark í løtuni. Danskir fjølmiðlar skriva, at fyri fyrstu ferð í 14 ár, er kikhosti at rokna sum ein umfarssjúka, sambært Statens Serum Institut. Summar mánaðir í ár eru um 200 tilburðir staðfestir.

 

Læknar siga, at í millumbilum koma tilburðir sum hesir. Koppsetingin móti kikhosta heldur í fimm til tíggju ár, so av og á koma nógvir tilburðir fyri. Tað mest umráðandi er at koppseta børnini so tey ikki fáa kikhosta, eru ráðini frá myndugleikunum. Kikhosti kann gerast vandamikil um børn fáa tað staðfest, men sera sjáldan um vaksin fáa tað.

 

Landslæknin í Føroyum, Henrik L. Hansen, sigur, at kikhosti ger ikki um seg í Føroyum í løtuni.

 

Seinastu ferð nógvir tilburðir vórðu staðfestir var í 2012, tá 11 tilburðir vórðu staðfestir. Í 2006 vórðu 14 tilburðir staðfestir. Í 2014 vórðu fýra tilburðir staðfestir í Føroyum, seks í 2015 og higartil í ár eru tríggir tilburðir staðfestir.

 

Henrik L. Hansen sigur, at summi ár verða eingir tilburðir staðfestir og tað eru einki tekin uppá, at kikhosti er um at gerast ein umfarssjúka í Føroyum.

 

Almennu ráðini frá myndugleikunum í Føroyum eru eisini at koppseta børnini. Gigni mælir til, at foreldur lata børnini koppseta tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir gomul. Sí ráðini her.


Um kikhosta:

Kikhosti er ein sjúka í andaleiðini, ið er elvd av eini bakteriu. Sjúkan smittar illa og spjaðist beinleiðis við dropaspjaðing frá sjúklingum, ið hosta. Smittan kann verða bæði luftborin dropasmitta, eins og smitta ið verður førd víðari við "sekreti" á t.d. hondunum.

 

Sjúkan smittar ringast fyrstu tíðina, áðrenn sjúklingurin er farin at hosta í kík. Eftir at eyðkendu hostaherðindini eru byrjaði, minkar smittuvandin líðandi og er av, 6 vikur eftir sjúkubyrjan.