Kika eftir Risanum

Eiðis Kommuna hevur við stuðuli frá ferðavinnuni í Eysturoy og Ferðaráð Føroya sett ein kikara upp norðan fyri bygdina á Eiði, har fólk nú kunnu kika eftir eitt nú Risanum og Kellingini og Slættaratindi

Ferðavinna

Eiði:
Tað situr ein havhestur á økslini á Kellingini. Hann situr einsamallur og tykist hava gott pláss. Nógvir eru á Risanum, og upp aftur fleiri í berginum í Eiðiskolli. Tríggir seyðir eru at síggja í Kollslíð, og nógvar ritur sita uttan fyri Heimastu Gjógv í Ritaskorunum.
Alt hetta og nógv annað ber til at síggja í nýggja kikaranum, sum Eiðis Kommuna hevur sett upp undir Svannisbrekku niðast á Niðaru Fitjum nakað norðan fyri Loranstøðina.
Vendir tú so kikaranum á, ber til at eygleiða Slættaratind og økið har rundan um.
Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði, sigur, at kommuan hevur sett kikaran upp sum lið í átakinum at menna ferðavinnuna innan fyri kommunumark.
Økið rundan um, har kikarin stendur, er fylt upp við skervi. Ein krógv er laðað upp aftur beint við, og sanniliga um ikki eisini torv er í henni. Til at halda økið reint, er ruskspan sett upp beint við kikararn.
Men tað lýtti tó almikið, tá Sosialurin vitjaði staðið, at órudd rakst í ánni, sum rennu beint við. Gamalt hegn, timbur og pappír, sum ikki eigur at vera har. Ivaleyst hava eisini onnur ferðafólk, sum hava vitjað staðið, lagt merki til tað.
Tordur Niclasen, borgarstjóri, upplýsir, at tað kostar umleið 30.000,- krónur at seta kikaran upp og gera økið rundanum.
Eiðis Kommuna hevur staðið fyri arbeiðinum, men hevur fingið sera góðan fíggjarligan stuðul frá ferðavinnuni í Eysturoy og frá Ferðaráði Føroya, sigur borgarstjórin.