KÍF vann aðru FM-finaluna við ótrúligum dystarenda

KÍF vendi seinastu 14 sekundini 22-23 til ein 24-23 sigur

Savnsmynd

Støðan er nú javnleikur 1-1 í FM-finaluuppgerðunum millum KÍF og H71.

 

Í kvøld tók KÍF móti H71 í høllini í Kollafirði í aðru FM-finaluni.

 

Tá 14 sekund vóru eftir javnaði Tóki Friðriksson til 23-23, og í allarseinastu løtu skoraði Milenko Jelic Jelkan til 24-23 til KÍF, og so kundu teir mongu kollfirðingarnir stórfegnast.

 

KÍF var á odda 14-11 í steðginum. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var H71 á odda 23-21, men við einum fantastiskum endaspurti kom KÍF upp á turt, og vann 24-23.

 

Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. Ísak Vedelsbøl og Bogi Hansen vóru toppskjúttar hjá H71 við fimm málum hvør.

 

Leygarkvøldið klokkan 19 verður triðja FM-finalan leikt í Hoyvíkshøllini. Eftir tað verður minst ein FM-finala aftrat, og verður fjórða FM-finalan leikt í høllini í Kollafirði.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá aðru FM-finaluni, ið var leikt í Kollafirði í kvøld:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Savnsmynd