Undan dystinum í Kollafriði seinnapartin í dag, tá bestu mansliðini hjá KÍF og H71 møttust, var KÍF nummar tvey við 16 stigum, meðan H71 var nummar trý við 12 stigum. Tí kundu hoyvíkingar minkað um munin til finaluplássið.
Men tað gjørdu teir ikki, og tí hevur KÍF líkasum isolerað oddin frá restini.
Hoyvíkingar tykjasrt harmast um ósigurin, sum teir á heimasíðuni ikki kalla eitt stórtap, men »eitt vánaligt tap«.
– Eitt ergriligt tap, tí tað tóktist sum, at tann einasti, ið ikki var farin í jólafrí, ja, tað var okkara yngsti leikari. Ella var tað bara eisini tað, at menn ikki løgdu alt fyri í sínum atsóknum í avgerandi duellum, tí ein skaði nú í jóltíðum ikki er tað feitasta, skrivar Agga Niclasen á heimasíðuni hjá H71.
Hoyvíkingar góðtaka ikki úrslitið og leggja dent á, at nógv stig framvegis eru at spæla um, áðrenn greitt er, hvør endar í finaluni.
Áðrenn dystin vóru tað fýra stig, sum skiltu hoyvíkingar og kollfirðingar. Hesin munur er nú øktur til seks stig.