KÍF slapp við skrekkinum

Bert tvey mál vóru á muni, tá KÍF í kvøld vitjaði í Klaksvík

 

 

Kollfirðingar fingu ikki prógvað, at talan var um nakra positiva venjaraeffekt, tá teir í kvøld vitjaði í Klaksvík.

 

Á pappírinum skuldi talan verið um dyst, har KÍF uttan stórvegis trupulleikar skuldi vinna sær sigurin, men soleiðis varð als ikki.

 

Team Klaksvík fylgdi nevnliga væl og virðiliga við allan dystin á tamb. 10 minuttir fyri leiklok fingu vertirnir enntá togað seg upp á 26-25, og tað stóð veruliga á gomlum nøglum hjá KÍF. Ikki minst eftir at Andreas Nielsen fekk sína triðu útvísing og harvið reytt kort.

 

Seinastu minuttirnar eydnaðist tó at venda gongdini. Vertirinir skutu einki mál seinastu tveir minuttirnar, og tað høvið nýttu kollfirðingar til at tryggja sær sigurin.

 

Hesin ber við sær, at KÍF nú er fýra stig framman fyri StÍF, sum framvegis hóttir við at fara avstað við finaluplássinum.

 

Team Klaksvík-KÍF 16-17 (30-32)