Loksins tykist tunga gongdin hjá KÍF at hava fingið ein enda.
Í dag vitjaðu kollfirðingar í Havn, og her eydnaðist at vinna ein sannførandi sigur, soleiðis at finalukósin framvegis er bein hjá KÍF.
Tað vóru vertirnir, sum byrjaðu dystin betur, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdu teir ein ordans vørr, tá teir fóru frá 5-8 upp á 7-16.
Tað var ein skelkur, sum vertirnir ongan tíð komu yvir, og veruligur spenningur kom ongan tíð aftur í dystin.
Við sigrinum hevur KÍF nú 29 stig. Kyndil verður standandi á 20 stigum, og tapið ber við sær, at teir nú eru púrasta úti úr stríðnum um finalupláss.
Kyndil-KÍF 28-33 (9-18)










