KÍF er í finaluni

Kollfirðingar gloymdu nervarnar eftir, tá teir við tryggum sigri á Neistanum vunnu seg í finaluna

Trýstið hevur verið á KÍF seinastu tíðina, nú teir hava verið í vanda fyri at missa finaluplássið, sum annars tóktist púrasta trygt fyrr í kappingini.

 

Í kvøld skuldi bara eitt stig til móti Neistanum, men heimaliðið tók bæði, og sigurin var ongan tíð í vanda.

 

KÍF vann sær hampuliga tíðliga eina leiðslu, og eftir steðgin kom hendan ongan tíð í vanda.

 

Úrslitið ber við sær, at KÍF nú hevur møguleikan at vinna oddasessin. Hetta gera teir, um teir vinna móti H71 komandi vikuskiftið.

 

Nicklas Selvig var ein av spælarunum, sum nakað av roki var um í farnu viku, men við 13 málum í dag vísti hann, hvussu stóran týdning hann hevur fyri liðið. Hjá Neistanum skeyt Terji Mørk 9 mál.

 

KÍF-Neistin 40-30 (24-17)