Verandi føroyameistararnir úr KÍF hava í hyggju at endurvinna gullið. Tað er helst ikki ómøguligt, um hugt verður at leikaralistanum, sum framvegis telur eina røð av egnum uppaldum leikarum, men sum tó er eitt sindur skerdur í mun til í fjør.
Tony Weyhe, Óla Kristian Djurhuus, Magnus Müller og Rasmus Junker eru ikki longur við besta liðnum. Harafturat situr Nicklas Selvig í løtuni uttanfyri við skaða, men tað forðar ikki KÍF-venjaranum í at stremba eftir gullinum.
Les eisini: Nýggj byrjan í H71
- Málið er sjálvandi at vinna aftur, tað vildi verið løgið annað. Hvørji útlitini eru at røkka finalunum er vónleyst at spáa um. Men vit fara at royna okkara besta, so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Eddie Joensen.
- Um vit bara hyggja eftir leikarunum í mun til seinasta kappingarár, so eru vit nakað skerdir, við m.a. skaðum og nakrir leikarar eru farnir av landinum. Men tað skal sigast, at vit hava nakrar ungar evnaríkar leikarar, sum eru á veg inn í hópin, sigur Eddie víðari.
KÍF er einasta liðið, sum ikki skal spæla um vikuskiftið ella fyrst í næstu viku. Fyrsti dystur teirra verður leygardagin í aðru viku á útivølli ímóti Team Klaksvík.
Meiri um føroysku hondbóltskappingina kann lesast í Vikublaðnum, sum er borið út kring allar Føroyar.










