KIA nr. fimm í Danmark

Eftir 12 ár á danska marknaðinum teljast Kia millum mest seldu bilmerkini í Danmark og liggja í dag sum nummar fimm. Serliga er tað KIA Cee’d við 7 ára garanti, sum er bestseljarin.

KIA Import Danmark AS varð stovnað í 1996. Í ár verður roknað við sølu av umleið 8.000 bilum, sum svarar til eina framgongd upp á 15 prosent í mun til í 2007. KIA hava høvuðssæti í Fredericia.