Í eini nýggjari kanning er Kia kosið sum tað mest feilfría bilmerkið á amerikanska marknaðinum.
Kanningin hjá J.D. Powers 2016 U.S. Initial Quality Study er baserað upp á feedback frá yvir 80.000 kundum, som allir hava svarað 233 ymiskum spurningum í átta katagorium.
Kia er í toppinum á kanningini framman fyri ein hóp av dýrari og bilmerkjum. Hetta er eisini fyrstu ferð at eitt koreanskt bilmerki vinnur, síðan hesar kanningar byrjaðu fyri 30 árum síðan.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/










