Magnus Gunnarson
Hóast Kia Carens ikki er ein heilt nýggjur bilur, er hann fyrst nú komin á marknaðin her hjá okkum. Bilurin er ein rúmligur mini-MPV, sum fæst við fimm ella seks sitiplássum og sum vørubilur. Til fimm persónar eru sitiplássini sum vanligt, tvey framman og trý aftan, men tá bilurin er til seks persónar, eru setrini deild soleiðis: 2+2+2. Sum vørubilur er Carens praktiskur og arbeiðsvinarligur, lúkan aftan fer langt upp og lessihæddin er lág, og bilurin ber vektina væl. Koyrieginleikarnir eru sum á einum evropeiskum bili í somu stødd. Carens fæst við 1,8 litur bensinmotori við 126 hk og við 2.0 litur CRDi dieselmotori við 112 hk. Hesin common-rail dieselmotorurin koyrir gott og larmar lítið.
Sum vanligt á koreanskum bilum er næstan alt standard sum t.d.el-síðurútar aftan og framman, fjarstýrt sentrallás, el-síðuspegl við hita og hitatráðir í viskarunum. Bilurin hevur airbag framman og í síðunum, ABS bremsuskipan við EBD. Carens hevur nýliga fingið eina "facelift" og er hann sera snøggur innan, instrumentborðið er nýtt og smart. Alu-look panelir eru á instrumentborðinum og í hurðunum. Nógv pláss er til at leggja lutir frá sær á. Sum í einum vanligum MPV situr man høgt í bilinum við góðum útsýni, eisini at bakka við. Kia Carens 1,8 við bensinmotori kostar 220.800,- sum persónbilur.
Kia Carens EX 2,0 CRDi
Motorurin2,0 litur 4 syl. diesel 112 hk
v. turbo og commonrail innspræning
0-100 km/t13,5 sek
Oljunýtsla14,3 km/l
Dekkstødd205/60-15
Stødd og vekt
Longd449,3 cm
Breidd174,8 cm
Hædd160,9 cm
Eginvekt1450 kg
Totalvekt (persónbilur)1975 kg
Totalvekt (vørubilur)2025 kg
Viðførisrúm422 litrar
prísurkr. 236.800,- (persónbilur v. luksus pakka)
kr. 206.800,- (vørubilur v.luksus pakka)
Metallakk + 3.000,-
SøluumboðD.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-110 Tórshavn
Tel. 310600










