KÍ vitjar á Skála

Toppliðið í 1. deild tekur í kvøld ímóti KÍ, sum hevur vunnið sjey tær seinastu ferðirnar

Áhugaverdur fótbóltsdystur verður á Skála klokkan 17.30. Tá fær Skála, sum er topplið í næstbestu deildini, vitjan av KÍ. Klaksvíkingar hava vunnið sjey tær seinastu ferðirnar og eru nú á triðja plássi.

Liðini hava longu spælt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum, og Skála hevur báðu ferðirnar verið greitt omaná: Tá ið liðini hittust á Skála 31. mars, vann Skála 4-2, og 16. mai fóru skálamenn úr Klaksvík við 5-0 sigri.

Skála-KÍ: Rúni Gaardbo klokkan 17.30.