Teir báðir føroyingarnir í KA, Áki Egilsnes og Allan Norðberg, fegnast í hesum døgum um at liðið hevur fult stigatal eftir tveir dystir. Seinni sigurin kom eftir stórsigur á liðnum, Haukar, ið endaði millum fýra tey ovastu í fjør, so hetta eru ikki bíligir sigrar, ið liðið hevur fingið.
Allan Norðberg hevur skotið seks mál tilsamans, meðan Áki Egilsnes skoraði ávikavist átta og níggju mál í teimum báðum dystunum.
Hondbóltsmiðlarnir hava eisini lagt føroyingarnar til merkis, og hóast sjónvarpssendingin, Seinni bylgjan, mest umrøddi hvussu ringt úrslitið hjá Haukum hevði verið, so hevði sendingin eisini Áka Egilsnes á vikuliðnum, har hann er mettur at vera besti høgri bakkur hetta umfarið.
Hetta er aðru ferð at vestmenningurin er á vikuliðnum, eftir at hann eisini í fyrsta umfarið var valdur besti høgri bakkur.









