Fýra dystir í Betrideildini vera leiktir í morgin.
Klokkan 15 byrja tríggir dystir. Teir eru 07 Vestur-HB á Dungasandi í Sørvági. B36-EB/Streymur á ovara vølli í Gundadali í Havn, og Víkingur-ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu.
Klokkan 16 byrjar dysturin millum B68 og KÍ á Svangaskarði á Toftum.
Hóast talan er um eina grannauppgerð millum Víking og ÍF, so er Vìkingur greiður favorittur til at vinna á ÍF.
Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,08 og 1,12. Oddsini upp á útisigur til ÍF liggja millum 10,25 og 16,50.
Her eru oddsini:
##med2##
Hóast KÍ er á útivølli á Toftum, so eru klaksvíkingar eisini stórir favorittar til at vinna dystin á Svangaskarði.
Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 10,25 og 16,00. Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,11 og 1,15.
Her eru oddsini:
##med3##
B36 er á heimavølli móti EB/Streymi eisini greiður favorittur.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,16 og 1,20. Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 8,03 og 13,00.
Her eru oddsini:
##med4##
Hóast HB er á útivølli, og hóast 07 Vestur hevur havt eina góða gongd í kappingini, so er HB greiður favorittur til at vinna dystin á Dungasandi.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 7,00 og 8,25. Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 1,25 og 1,33.
Her eru oddsini:
##med5##