KÍ við undirlutan

Tað endaði við 2-0 sigri til heimaliðið, tá KÍ í dag spældi næsta dystin í Champions League undankapping

90 2-0: So er liðugt, og úrslitið gjørdist, at KÍ tapti 2-0. Við hesum er KÍ nú aftasta liðið í bólkaspælinum. Seinasti dysturin verður hósdagin móti Apollon av Cypros.

 

84 min 2-0:So hevur Gintra aftur skorað. Málskjútti hesa ferð var aftur Alekperova.


72 min 1-0: Tað gongur striltið hjá KÍ at flyta spælið longur niðan á vøllin. Heimaliðið er leikliga omaná, og hagtølini vísa, at meðan KÍ hevur havt tvær skotroyndir, hevur Gintra havt 12.

 

55 min 1-0: So er mál komið í dystinum hjá KÍ. Annika Ragna Petersen sá gult, tá hon framdi brotsspark, og hetta setti Alekperova trygt í netið.

 

Tær eru farnar til hálvleiks í Litava. KÍ er undir ávísum trýsti, men tær hava eisini spælt seg fram til nøkur hornaspørk.

 

42 min: Tað er framvegis Gintra, sum roynir at trýsta, men tað gongur striltið hjá teimum at spæla seg fram til opnar møguleikar.

 

30 min: Gintra hevur havt eitt ávíst trýst á KÍ-málið, og í einum tveimu førum hevur Randi Wardum verið noydd at vísa síni kynstur. 

 

KÍ: Randi Wardum – Sigrid Jacobsen, Bára Klakstein, Gudny Johannesen, Katrina Akursmørk – Laila Pætursdóttir, Eyðvør Klakstein, Annika Ragna Petersen, Maria Thomsen - Olga Kristina Hansen - Rannvá Andreasen

 

 

 

---

Fótbóltskvinnurnar hjá KÍ eru í hesum døgum í Litava, har tær spæla dystir í Champions League.

 

Í dag er talan um dyst móti Gintra, sum er vertur fyri bólkinum, har KÍ eisini er. Fyrsta dystin tapti Gintra 3-1 móti Vllaznia úr Albania. KÍ tapti eisini í sínum fyrsta dysti, og fyri báðar partar er tí galdandi, at tap mest sum við vissu ber við sær, at tey ikki koma víðari úr bólkaspælinum.