Áki verður ikki við

Áki Olsen verður ikki við á liðnum, tá Føroyar í kvøld spæla fyrra dystin móti Rumenia

Orsøkin til avboðið er skaðin í fótliðinum, sum Áki hevur drigist við seinastu mánaðirnar, og sum eisini hevur hildið honum burtur frá VÍF fleiri dystir í grundspælinum

Við Sosialin sigur Áki, at hann ikki kendi seg kláran til dystin, og at hann tí helt tað vera neyðugt við avboði.

Um hann verður tøkur til seinna dystin móti Rumenia er framvegis ivasamt. Hann fær viðgerð hjá fysioterapeuti bæði í dag og í morgin, men sjálvur dugir hann als ikki at meta, um hann verður tøkur sunnudagin.

Ístaðin fyri Áka Olsen er Bjarni Wardum úr Kyndli tikin út til hópin. Bjarni var, sum nevnt í fríggjadagsblaðnum, í bíðistøðu, til greiða fekst á spurninginum viðvíkjandi Áka.