Annað vikuskiftið á rað vann KÍ á Víkingi.
Í farnu viku var talan um finaludystin í klaksvíkskappingini, ið KÍ vann 3-1.
Í dag vann KÍ 6-5 á Víkingi aftaná brotssparkskapping. Tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná vanliga leiktíð.
Vegard Forren hjá KÍ var vístur av vølli longu tá 35 minuttir vóru farnir. Dómarin metti, at Vegard Forren hevði tikið ov harðligt um hálsin á Olafi Bárðarsyni hjá Víkingi í KÍ-brotsteiginum.
KÍ megnaði kortini at vera væl við og at enda sigra aftaná brotssparkskapping.
Hetta er triðju ferð á rað, at KÍ vinnur stórsteypið.
Talan var um áttanda stórsteypadystin hjá Víkingi, og tann fjórða stórsteypadystin hjá KÍ síðani fyrsta stórsteypadystin í 2007.
KÍ-Víkingur 6-5 (0-0)
1-0: Árni Frederiksberg
1-1: Atli Gregersen
2-1: Páll Klettskarð
Aron Jarnskor Ellingsgaard brendi - Markus Petterson bjargaði
3-1: Patrick da Silva
3-2: Andreas Lava Olsen
4-2: Claes Kronberg
4-3: Ari Olsen
Luc Kassi brendi - Bárður á Reynatrøð bjargaði
4-4: Finnur Justinussen
5-4: Olaf Hansen
5-5: Gunnar Vatnhamar
6-5 Jákup Norðoy Vilhelmsen
Poul Kallsberg brendi - Markus Petterson bjargaði










