Tað vóru tvey lið, sum í tveimum teimum fyrstu umførunum ikki høvdu vunnið fulla úrtøku, sum hittust í Klaksvík í dag.
KÍ tapti í fyrsta umfari á heimavølli ímóti B71 og so endaði tað javnt í Runavík.
B36 tapti í fyrsta umfariá Argjum og spældi javnt á heimavølli ímóti ÍF.
Í dag vann KÍ 1-0 á heimavølli ímóti B36. Einasta málið varð skorað í 13. minutti, og Kristoffur Jakobsen var málskjútti. Uppleggið átti Jóan Petur Samson Jónsson.
Børge Petersen, sum leingi hevur verið skaddur, var á KÍ liðnum allar 90 minuttirnar. Annars var eingin á KÍ liðnum, sum plaga at vera við til at manna besta liðið.
Á B36 liðnum var eingin spælari, sum plagar at vera við til at manna besta hópin.
Í fjórða umfari fer KÍ um eina viku at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Í fjórða umfari fer B36 um eina viku at spæla á heimavølli ímóti NSÍ.