Tað var fult umfar í næestbestu fótbóltsdeildini í kvøld. Talan var um 21. umfar.
Á Vágseiði var toppdystur millum FC Suðuroy, sum er næstfremst, og TB sum er suverent oddalið.
Úrslitið var málleysur javnleikur. Hetta er onnur ferðin í ár, at TB fer av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Eisini í fyrra førinum var tað eftir grannauppgerð ímóti FC Suðuroy.
Í Gundadali vann 07Vestur 4-2 á B36. Hetta ber við sær, at tað nú er eitt stig frá 07Vestur á triðja plássi og fram til FC Suðuroy á øðrum plássi. Leygardagin hittast 07Vestur og FC Suðuroy á Valloyrini í Sandavági.
Í Klaksvík var lyklauppgerð í kappingini fyri at sleppa undan niðurflytingarplássi. KÍ hevði vitjan av EB/Streymi. Tað eydnaðist heimaliðnum at vinna 2-0. Fyrra málið skoraði Tórur Justesen. Hann royndi seg við brotssparki, sum málverjin hálvbjargaði, men Tórur var fyrstur á returbóltinum, og so var støðan 1-0.
EB/Streymur hevði síðani leikliga yvirvág, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í staðin var tað KÍ, sum økti um leiðsluna. Eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen sendi Jósup Henriksen við høvdinum bóltin í málið.
Bæði í Leirvík, har Víkingur hevði vitjan av AB, og í Gundadali,har HB hevði vitjan av NSÍ, var úrslitið 2-2. At HB vann eitt stig ber við sær, at nú er EB/Streymur aftast, og at tað eru tvey stig frá HB á næstaftata plássi og fram til KÍ, sum er á 8. plássi og harvið omanfyri strikuna.
KÍ-EB/Streymur 2-0 (0-0)
1-0: Tórur Justesen 53.
2-0: Jósup Henriksen 87.
Víkingur-AB 2-2 (0-1)
0-1: Tóki á Lofti 27.
0-2: Dan í Soylu 52.
1-2: Martin Olsen 60.
2-2: Bergur Gregersen 87.
B36-07Vestur 2-4 (1-2)
0-1: Sigtór A. Petersen 21.
1-1: Karl Martin Danielsen 26.
1-2: Torstein Mýlingstind 45.
1-3: Gunleif Olsen 49.
1-4: Gunleif Olsen br 51.
2-4: Rasmus Dan Sørensen br 55.
HB-NSÍ (1-1) 2-2
1-0: Andrias Justinussen 8.
1-1: Meinhard Olsen 43.
2-1: Rói av Fløtum 52.
2-2: Debes Danielsen 64.
FC Suðuroy-TB 0-0
Støðan eftir 21. umfar
TB 59
FC Suðuroy 37
07Vestur 36
B36 31
NSÍ 28
AB 27
Víkingur 22
KÍ 19
HB 17
EB/Streymur 16
22. umfar
Leygardagin 16. august
EB/Streymur-NSÍ
07Vestur-FC Suðuroy
HB-B36
AB-KÍ
TB-Víkingur