Tá sagt verður, at ongin “bumba” brestur á KÍ-veitsluni í kvøld, so verður meint við, at teir ongna óvæntaðan spælaran kunngera. Hinvegin, so hava Atli Danielsen og Meinhard Joensen longt sáttmálan.
KÍ hevur verið eftir einum miðverja í longri tíð, men nú tykist fyri vist, at ongin spælari verður kunngjørdur í kvøld. KÍ hevur sambært Norðlýsinum verið eftir Jóhan Troest Davidsen. Sum in.fo skilir, so var talan um eitt óalmindiliga stórt tilboð fyri ein føroyskan miðverja.
Sum skilst, so verður tó okkurt stórt at hoyra frá KÍ í nærmastu framtíð, men ikki í kvøld. Tað er framvegis ikki greitt um Hjalgrím Elttør, liðskiparin hjá KÍ í ár, heldur fram í felagnum.
Hann hevur í vikuni verið í samráðingum við B68, og er ikki kunngjørdur í kvøld, sum ein av spælaraunum, ið heldur fram.










