Áki toppskjútti í útisigri

Áki Egilsnes skoraði seks mál tá KA vann týðandi útisigur í Reykjavík

 

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini eru nú bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Akureyri, og eru samstundis trý stig frammanfyri nummar trý í deildini, sum er HK.

 

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA vunnu 29-25 á unga Stjarnu-liðnum í Reykjavík í dag. Í steðginum var javnleikur 14-14. Leingi leikaði javnt á, og var støðan javnleikur 23-23 tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, men seinastu løtuna fekk KA sett tingini uppá pláss, og fóru aftur til Akureyrar við tveimum stigum.

 

Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti hjá KA við seks málum. Áki hevur nú skotið 86 mál í 12 dystum fyri KA.

 

Akureyri sum er oddalið spældi javnleik 24-24 ímóti Þrótti á útivølli. Leygardagin 17. mars tekur KA ímóti HK á heimavølli. Tvey umfør eru eftir í grundspælinum í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Tá grundspælið er liðugt flytur nummar eitt beinleiðis upp í bestu hondbóltsdeildina. Nummar tvey spælir ímóti fimm, og nummar trý spælir ímóti nummar fýra. Vinnararnir møtast í einari uppflytingarfinalu.

 

Støðan:

 

1Akureyri1613214129228
2KA1613034088326
3HK1611144646423
4Þróttur168354163719
5Haukar U168264195018
6Valur U166463871116
7ÍBV U15618387-3513
8Stjarnan U155010330-5210
9Mílan162113320-985
10Hvíti Riddarinn160016350-1520