Áki toppskjútti í javnleiki ímóti oddaliðnum

Áki Egilsnes, Allan Norðberg og hinir í KA fingu frálíkan javnleik ímóti Selfossi á útivølli

Áki Egilsnes var ógvuliga eyðsýndur og gjørdist toppskjútti hjá KA, tá føroyingaliðið á útivølli spældi javnleik 27-27 ímóti oddaliðnum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Selfossi á útivølli.

 

Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti hjá KA við níggju málum, harav trý brotskøst. Allan Norðberg skoraði tvey mál fyri KA í dag.

 

Selfoss legði seg á odda 27-26 tá 25 sekund vóru eftir. Tarik Kasumovic javnaði fyri KA tá bert trý sekund vóru eftir, og liðið av Akureyri feiraði javnleiki sum ein sigur. 

 

Komandi dystur hjá KA í Ólisdeildini verður á heimavølli ímóti Afturelding, mánakvøldið 12. november. Komandi mikukvøld møtast KA og Haukar í steypakappingini. 

 

Støðan:

 

1Selfoss7 520207:18612
2Haukar6 411176:1639
3FH6 411169:1669
4Afturelding6 321162:1568
5Valur6 312160:1397
6Grótta7 223165:1766
7ÍBV6 222174:1706
8KA7 223174:1786
9Fram6 213152:1585
10ÍR6 114  155:1663
11Akureyri7 115 180:1973
12Stjarnan105 160:1792