Tað er nógvur kavi í Klaksvík, og tí er dysturin í 1. umfari í Effo-deildini millum KÍ og TB fluttur, soleiðis at hann verður spældur í Trongisvági.
- Vit ikki um at tað verður spældi í Klaksvík um vikuskiftið, tí hava vit valt at binda um heilan fingur, og í samráð við FSF, mótstøðuliðið, dómararnar og venjarin hjá okkum, valt at býta um heimadyst, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Dysturin millum KÍ og TB - sum nú also er TB og KÍ - verður við Stórá leygardagin klokkan 15.