Kvinnurnar hjá KÍ hava í hesum døgum verið á Kýpros og spælt Champions League undankapping. KÍ tapti fyrsta dystin móti FC Zürich Frauen úr Sveiss 6-0. Í gjár gekk betri, men tað rakk akkurát ikki til ein sigur.
Hesa ferð var mótstøðan SFK Riga úr Lettlandi, sum eisini kom á odda í 1-0. Tveir minuttir fyri tíð javnaði Eyðvør Klakstein fyri KÍ og tryggjaði KÍ longda leiktíð. Tað gekk tó ikki hjá trífaldu FM-vinnarunum úr KÍ, sum taptu 2-1 í longdu leiktíðini. KÍ endar tí aftast í bólkinum.
KÍ hevur seinnu árini verið í holt við eitt ættarliðsskiftið. Til hendan dystin fingu millum annað tríggir spælarar sínar fyrstu royndir í Champions League. Tær vóru Elspa Maria Zachariassen, Maria V. Johansen og Vár Johannesen.
KÍ er í løtuni seks stig á odda í landskappingini, eftir at NSÍ, sum er á øðrum plássi, vann um vikuskiftið.
##med2##












