Áki: Sterkasta mótstøða nakrantíð

(Rás2) U17 landsliðsvenjarin hevur ongar umberingar, men vísir til styrkjuna hjá Fraklandi

Føroyar taptu í gjár heili 7-0 fyri Fraklandi í øðrum dystium í EM endaspælinum. Talan er um eitt metstórt tap í einum EM endaspælið. Føroyski U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen, ynskir ikki at koma umberingum, men vísir bara á styrkina hjá franska U17 landsliðnum.

 

- Hetta er ikki ein umbering, men Frakland er nokk tað sterkasta U17 landsliðið, sum eg nakrantíð havi møtt, sigur Áki Johansen, sum hevur verið partur ikki færri enn 80 U17 landsliðnum hjá Føroyum.

 

Føroyar fingu av álara oyrini í maskinuna, tí longu aftaná 46 sekund, so er 1-0 til Frakland. Og aftaná 17 minuttir var støðan 4-0. Tað var 5-0 í hálvleikinum.

 

- Úrslitið sær ikki gott út og vit skapa ikki ein málmøguleika, men fraklendingar skorar eisini upp á allar teirra fyrstu møguleikar, meðan teir ikki gera tað, tá teir tapa fyri Ungarn. Tá blívur tað ótrúliga hart hjá okkum, sigur Áki Johansen og vísir á, at fraklendingar hava eins nógv skot á mál móti okkum, sum móti Ungarn.

 

Dreymurin um at spæla eina “finalu” móti Ungarn í seinasta dystinum, og framvegis hava møguleikan at koam víðari, er brostin. Nú er vónin er at fáa sett punktum fyri hesa søguskrivingina við einum góðum avriki. Føroyar spæla móti Ungarn týsdagin klokkan 15.