Tað gongur væl hjá Áka Egilsnes og liði hansara, KA av Akureyri í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Aftaná seks dystir er KA á odda í Grill 66 deildini, sum næstbesta deildin nevnist við fullum stigatali, 12 stigum.
Ígjár vann KA 22-17 á unga liðnum hjá Stjarnuni á heimavølli á Akureyri. Áki Egilsnes var sera væl upplagdur, og hann skoraði ikki færri enn 10 mál fyri KA, sum var bert eitt mál frá helvtini av málunum KA fekk í dystinum ímóti unga liðnum hjá Stjarnuni. Í steðginum var KA á odda 14-5.
Komandi fríggjakvøld spælir KA á útivølli, har Hvíti Riddarin er mótstøðuliðið. KA er stórfavorittur at vinna dystin, tí meðan KA hevur vunnið allar seks dystirnar í næstbestu deildini higartil, so hevur Hvíti Riddarin tapt allar seks dystirnar.
Støðan í Grill 66 deildini:
1 | KA | 6 | 6 | 0 | 0 | 140:113 | 12 |
2 | HK | 6 | 5 | 0 | 1 | 188:155 | 10 |
3 | Akureyri | 6 | 5 | 0 | 1 | 147:130 | 10 |
4 | Haukar U | 6 | 3 | 1 | 2 | 157:150 | 7 |
5 | Þróttur | 6 | 3 | 0 | 3 | 145:142 | 6 |
6 | Valur U | 6 | 2 | 0 | 4 | 158:151 | 4 |
7 | ÍBV U | 6 | 2 | 0 | 4 | 165:194 | 4 |
8 | Stjarnan U | 6 | 2 | 0 | 4 | 143:168 | 4 |
9 | Mílan | 6 | 1 | 1 | 4 | 138:147 | 3 |
10 | Hvíti riddarinn | 6 | 0 | 0 | 6 | 155:186 | 0 |