KÍ skiftir málverja

Stóra avbjóðingin hjá klaksvíkingum verður at byrgja upp fyri sera væl upplagda Albert Adu hjá TB

Tá ið KÍ í fyrsta umfari var í Trongisvági, var tað stórt vónbrot fyri klaksvíkingar, at tað ikki eydnaðist at vinna. Fram ímóti dystarenda javnaði TB.

Síðani hevur TB ment seg ógvuliga nógv. Hósdagin endaði grannauppgerðin við Stórá ímóti FC Suðuroy 4-1. Stóri maðurin á TB liðnum var Albert Adu, sum skoraði trý mál á rað. Hann hevur skorað átta mál, og tað er orduligur broddur í TB álopinum. Hjá ikki serliga sannførandi KÍ verjuni verður stóra avbjóðingin í dag at hava Adu í stuttum tjóðri.

-Vit hava eitt gott lið, og vit kunnu røkka langt. Tað er upp til okkum sjálvar at gera av, hvussu langt vit kunnu røkka, sigur TB venjarin Páll Guðlaugsson.

 

Hjá KÍ hevur tað higartil í ár verið nógv upp og niður. Á heimavøllinum hevur tað gingið væl. Burtursæð frá 2-0 tapinum ímóti HB, so eru hinir fýra heimadystirnir endaðir við sigri. Hósdagin var tað vónbrot, tá ið KÍ var aftanfyri 3-0 í Gundadali ímóti HB, og tað endaði 3-1.

-Vit arbeiða hart, vit hava ikki mist mótið, og vit trúgva framvegis upp á tað, sigur Páll A. Klettskarð, sum var einsamallur KÍ málskjútti í Gundadali hósdagin.

Mayowa Oladele Alli og Jákup B. Andreasen eru leikannaðir, og Sørmundur Kalsø er framvegis so mikið vøddaskaddur, at hann ikki er førur fyri at spæla. Kenan Hajdarevic var á beinkinum alla tíðina ímóti HB. Hann hevur verið skaðaplágaður, men hann verður eisini í dag á listanum.

Tvey tey seinastu árini og eisini higartil í ár hevur 19 ára gamli Fríði Sigurðsson vart málið á næstbesta KÍ liðnum. Í gjár var hann ikki á liðnum, sum spældi á heimavølli ímóti Skála. Úr Klaksvík frættist, at orsøkin var tann, at Fríði í dag skal verja málið á besta liðnum ímóti TB. Meinhardt Joensen hevur annars í hesum umfarinum verið fastur maður millum KÍ stólparnar síðani 2013.

Hjá TB kemur tað illa við, at liðformaðurin og miðvallarin Rógvi Joensen ikki verður við í dag. Hann er burturstaddur í útbúgvingarørindum.

Hósdagin noyddist miðvallarálitið Martin Tausen av vøllinum fimm minuttir eftir steðgin, og framrættaði Patrik Johannesen varð skiftur út tveir minuttir undan steðginum. Tað er sera ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í Klaksvík í dag. Franck Odje Able avloysti Patrik, og hann skoraði fjórða TB málið ímóti FC Suðuroy.