KÍ fer ikki so langt út at ferðast

Tað verður eitt felag úr Norðureuropa, sum KÍ fer at spæla ímóti í fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini

Í morgin verður tað greitt, hvørjum KÍ fer at spæla ímóti í fyrsta umfari í europeisku meistarakappingini. Dystirnir í fyrsta umfari vera 5./6. juli og 12./13. juli.

 

 Lutakastið verður fyrrapartin í morgin klokkan 11, og tað fer at bera til at fylgja við á heimasíðuni uefa.com. Tað er greitt, at lutakastið fer at hava stóran týdning fyri vánirnar hjá KÍ at vinna seg víðari úr fyrsta umfari. Møguleiki er fyri, at KÍ fer at spæla ímóti svenska og norska meistaraliðnum – ávikavíst Malmö FF og Bodø/Glimt – og tað er møguleiki fyri, at KÍ í fyrsta umfari fer at spæla ímóti HJK Helsinki úr Finnlandi, The New Saints úr Wales og Žalgiris úr Litava.

 

UEFA hevur í dag boðað frá, hvussu feløgini eru flokkað. Sum undanfarin ár so eru feløgini flokkað við støði í tí landafrøðiliga. 30 feløg eru flokkað í tríggjar bólkar. Í hvørjum bólkinum eru tíggju feløg – fimm styrkismett og fimm, sum ikki eru styrkismett.

 

KÍ er í bólki 2. Har eru fimm styrkismett feløg, og har eru fimm ikki styrkismett feløg.

 

Tey styrkismettu feløgini í bólkinum, har KÍ er, eru Malmö FF úr Svøríki, Bodø/Glimt úr Noregi, HJK Helsinki Finnland, The New Saints úr Wales og Žalgiris úr Litava.

 

Tey ikki styrkismettu feløgini í bólkini, har KÍ er, eru Linfield úr Norðurírlandi, KÍ, vinnarin av innleiðandi finaluni, RSF úr Lettlandi og Ballkani úr Kosovo.

 

Innleiðandi hálvfinalur vera 21. juni. Har verður spælt soleiðis

 

FC Levadia Tallinn Estland – Víkingur Reykjavík Ísland

 

La Fiorita 1967 San Marino – Inter Club D´Escalades Andorra

 

Finalan í innleiðandi umfarinum verður 24. juni.

 

La Fiorita 1967 San Marino/Inter Club D´Escalades Andorra – La Fiorita 1967 San Marino/Inter Club D´Escalades Andorra