KÍ skal bjarga kappingarárinum í kvøld

Conference League: KÍ spælir í kvøld um at sleppa í enn eitt bólkaspæl, men tað verður uttan tríggjar skansar í verjuni

KÍ hevur seianstu árini verið ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti. Trý meistaraheiti upp í slag og eitt bólkaspæl í Conference League. Vegurin upp á tindarnar hevur verið ein fragd fyri eyga, men í kvøld er søgan eitt sindur øðrvísi.

 

KÍ skal spæla móti finska HJK Helsinki um at koma í Conference League bólkaspælið. Hetta eru uppgerðirnar, ið vanliga verða kallaðar fyri ”Play-off”. Vinnarin fer víðari og taparin stendur eftir við ongum.

 

KÍ er longu útsligið í kappingini um Løgmanssteypið og liði ðer níggju stig aftanfyri Víking í landskappingini. Tað ber enn til at vinna landskappingini, men Víkingur hevur bara sett trý stig til síðani á sumri í fjør.

 

Tí hvílur eitt ávíst trýst á kvøld at vinna seg í bólkaspælið. Tað er eitt sunt trýst, sum KÍ við góðum úrslitum seinastu trý árini hevur lagt á seg sjálvan, men til eitt vist spælir KÍ fyri at bjarga kappingarárinum.

 

Tað var eisini mikið vónbrot, at KÍ ikki megnaði at koppa Borac Banja Luka í royndini at koma í Europa League. Serliga í heimadystinum iðra norðoyingar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna við fleiri enn einum máli, eftir at gestirnir úr Bosnia fingu ein mann útvístan í fyrra hálvleiki.

 

KÍ hevur við Árna Frederiksberg prógvað at nógv ber til í Evropa, men í kvøld verður tað uttan tríggjar av skansunum í verjuni. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic sita allir væntandi yvir í kvøld.

 

Norðlýsið skrivar, at Jákup B. Andreasen og Claes Kronberg framvegis eru skaddir, men at bæði Mads Bo Mikkelsen og Jonn Johannessen eru tøkir aftur. Dysturin í kvøld verður á Tórsvølli og byrjar klokkan 19.45. Dómari verður Lawrence Visser úr Belgia.

 

Vit gita: (4-2-3-1)

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Alexander Berntsson, Patrick da Silva - Albert Ejupi, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Kristoffer Ødemarksbakken - Páll A. Klettskarð