Áki: Seinasti minutturin gjørdist okkum dýrur

(Frá Rás2) Stórskjúttin hjá VÍF, Áki Egilsnes fekk bara trý mál ímóti H71 í FM-finaluni ímóti H71 í Vestmanna

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Áka Egilsnes hjá VÍF aftaná Áki og liðfelagarnir høvdu tapt fyrru/fyrstu FM-finaluna 27-28 (13-13) ímóti H71 á heimavølli í Vestmanna. Áki Egilsnes, sum vanliga er góður fyri fleiri mál var væl vardur, og fekk bara trý mál í kvøld.

 

Áki Egilsnes sigur tað verða eina æru, at spælararnir hjá H71 eru so upptiknir av at mansverja hann, men hann staðfestir, at hann má standa seg betri við málskjótingini til aðru FM-finaluna, sum verður spæld í Hoyvíkshøllini leygardagin klokkan 16.

 

Áki iðrar seg um, at VÍF ikki, ið hvussu er tryggjaði sær ein javnleik við tí seinasta álopinum, sum teir søplaðu burtur: - Seinasti minutturin gjørdist okkum dýrur, ásannar Áki, sum tó heldur, at VÍF hevur tað sum skal til fyri at vinna samanlagt á H71 aftaná tríggjar FM-finalur.