Hondbóltur
Sum partur av tíðindaskrivinum um hondbóltslandsliðið, hevur venjarin hjá føroyska landsliðnum boðað frá, at Áki Olsen nú fer Danmarkar at leita sær ráð, til tess at lekja drúgva knæskaðan, sum hevur plágað vestmenningin í meira enn eitt gott ár.
Talan er um eina vitjan hjá danska ítróttarlæknanum, Eilir Larsen, sum verður mettur sum íavgjørt størsti serfrøðingurin innan ítróttarskaðar í Danmark, og eitt nú innan giktasjúkur telist hann millum teir fremstu í heiminum.
Tað er Lars Nedergaard sjálvur, sum hevur fingið kanningina hjá Eilifi Larsen í lag, og vónar hann, at hetta kann vera viðvirkandi til, at skotsterki bakspælarin verður tøkur, tá Føroyar í januar mánaði skulu spæla EM-undankappingingardystir sínar.










