KÍ og Víkingur koma at møtast tvey vikuskifti á rað nú.
Sunnudagin 26. mars spæla liðini stórsteypadyst á Tórsvølli, og komandi leygardag klokkan 15.15 spæla liðini finalu í klaksvíkskappingini við Djúpumýru.
KÍ vann í kvøld stórsigur 4-1 á 07 Vestur, og Víkingur vann á B36 aftaná brotssparkskapping, har B36 brendi øll fýra brotsspørkini, og Víkingur brendi tvey brotsspørk. Bárður á Reynatrøð bjargaði trimum brotsspørkum hjá B36.
KÍ-07 Vestur 4-1 (1-0)
1-0: Luc Kassi (44.)
1-1: Teitur Olsen (58.)
2-1: Silas Gaard (66.)
3-1: Páll A. Klettskarð (80.)
4-1: Silas Gaard (84.)
Víkingur-B36 1-1 (1-0) - Víkingur vann brotssparkskappingina 2-0.
1-0 Martin Klein Joensen (43.)
1-1 Bjarki Nielsen (51.)
Dysturin um triðja plássið verður leygardagin klokkan 13, og klokkan 15.15 byrjar finalan.