KÍ og NSÍ sita við góðum kortum

Góð úrslit á útivølli styrkja vónina hjá NSÍ og KÍ um at vinna seg víðari í Conference League í kvøld

Í kvøld verða tveir europeiskir fótbóltsdystir í Føroyum. Bæði KÍ og NSÍ spæla á heimavølli, og bæði liðini hava góðan møguleika at vinna seg víðari í UEFA Conference League.

 

KÍ og NSÍ fingu góð úrslit í fyrru dystunum, sum vóru spældir á útivølli. NSÍ spældi málleysan javnleik ímóti FC Honka í Finnlandi, og KÍ vann 3-2 á FK Rigas Futbola Skola.

 

UEFA hevur avtikið sonevndu útivallarmálini, og tí kunnu lið ikki longur vinna seg víðari við janvleiki og útivallarmáli. Annað liðið skal skora meira mál enn hitt, og um neyðugt verður umdystur og brotssparksskapping.

 

Dysturin millum NSÍ og FC Honka verður á Svangaskarði kl. 18.00.

 

Dysturin millum KÍ og FK Rigas Futbola Skola verður í Klaksvík kl. 20.00. Hetta er fyrsti altjóða dystur av hesum slagi, sum verður spældur í Klaksvík.