Danskir miðlar hava í nakrar dagar skrivað, at Magne Hoseth er upp á tal í danska Superligafelagnum Lyngby. Bold.dk skrivar nú, at KÍ og Lyngby eru komin ásamd um eina upphædd fyri 43 ára gamla norska venjara, ið hevði sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár eisini.
BT skrivaði í dag, at Magne Hoseth fær ein tvey ára sáttmála í Lyngby. 43 ára gamli norðmaðurin, sum kom til KÍ undan farna kappingarári, skal avloysa Freyr Alexandersson, ið skifti til belgiska Kortrijk.
KÍ hevur verið vitandi um samráðingarnar og er longu komið væl áleiðs at seta nýggjan venjara. Her er skal talan verða um norskan venjara. Nakað sum portal.fo eisini hevur skrivað. Helst verður nýggjur venjari kunngjørdur heilt skjótt.










