Áki Egilsnes gjørdi sítt við fýra málum, og gjørdist saman við Sigþór Árna Heimissyni og Degi Gautasyni toppskjútti hjá KA við fýra málum, men KA tapti greitt á heimavølli ímóti Selfossi.
Selfoss sum spælir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vann 29-22 á KA í áttandapartsfinaluni í íslendsku steypakappingini. KA er oddalið í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. Støðan í steðginum var 16-12 til Selfoss.
Sambært íslendska Vísir stríddust Áki Egilsnes og liðfelagarnir væl, men Selfoss sum liggur sum nummar fýra í bestu íslendsku hondbóltsdeildini var betra liðið.
Áki Egilsnes fortelur in.fo í stuttari viðmerking: - Fekk at vita fra venjarinum hja Selfossi, at teir høvdu lisið væl uppá meg til dystin. Eg hevði tað heldur ikki so lætt gjøgnum dystin, greiðir Áki frá, sum hóast ringu arbeiðsumstøðurnar skoraði fýra mál ímóti sterka liðnum úr bestu deildini.
Komandi dystur hjá KA er leygardagin 27. januar á heimavølli. Tá vitjar Mílan á Akureyri. Mílan er næstniðast í deildini við bert trimum stigum. KA er á odda við 18 stigum. Akureyri er nummar tvey við 17 stigum.