Liðið hjá Áka Egilsnes nærkast av álvara at flyta upp í bestu íslendsku hondbóltsdeildina, eftir at teir í dag vunnu 25-20 á útivølli móti HK úr Kópavági.
Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA spældu í kvøld tann næsta dystin av fimm í kappingini um at flyta upp í bestu íslendsku deildina.
Fyrsti dysturin endaði við 24-20 sigri til KA, millum annað orsakað av 10 málum frá fyrrverandi VÍF-leikaranum, og í dag helt góða gongdin fram hjá teimum.
KA vann nevnliga 25-20 á útivølli móti HK, eftir at hava verið á odda 11-10 í steðginum.
Áki Egilsnes spældi sjálvur meginpartin av dystinum á høgra bakki, men fekk ikki eins nógv mál og seinast.
Hóast hann sjálvur bert fekk eitt mál í kvøld, so sigur 21 ára gamli vestmenningurin, at lagið kanska er enn betri enn seinast.
Liðið hevur havt trupulleikar á útivølli ímóti HK fyrr í ár, so tað er ein sera fegin Áki, ið takkar verjuni fyri, at dysturin eydnaðist so væl.
Nú vantar bert ein sigur afturat hjá KA í at flyta upp, og hann kann koma longu hóskvøldið.
Føroyski stórskjúttin ætlar sær eisini at avgera uppflytingina hóskvøldið, og vísir á, at liðið enn ikki hevur tapt á heimavølli, so vónirnar eru av teimum bestu.
Hvussu eydnast við hesum verður greitt eftir dystin, ið verður leiktur hóskvøldið 26. apríl klokkan 20.30 føroyska tíð.