Tríggir teir fyrstu dystirnir í ársins landskapping eru av. Bæði í Runavík og í Havn var tað kavarok í seinna hálvleiki, og vallirnir vóru hvítir, men allir dystirnir vórðu avgreiddir.
Tað var nógvi kavin í Klaksvík, sum var orsøk til, at TB og KÍ spældu við Stórá í Trongisvági og ikki í Klaksvík. Harvið vóru fyritreytirnar hjá liðunum heilt øðrvísi, enn tær høvdu verið, um dysturin varð spældur í Klaksvík.
Tí er tað einki at siga til, at lagið í KÍ leguni er sera gott, nú teir bláu og hvítu fyrireika seg til at ferðast norður aftur um Suðuroyarfjørð. Í skjáttuni eru trý stig. KÍ vann 1-0. Einsamalli málskjúttin var Heðin Klakstein, tá ið ein hálvur tími var farin. Eftir steðgin spenti TB álopsbogan nógv, og tað vóru nógvar vandamiklar støður í KÍ brotsteiginum, uttan at tað eydnaðist TB at javna.
Fram ímóti dystarenda hevði KÍ risa møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki, tá ið Páll A. Klettskarð setti bóltin skeivu megin stólpan.
-Talan var um gott verjuspæl í ikki so væl skipaðum dysti, og vit eru ovurfegnir, sigur KÍ hjálparvenjarin Agnar Frederiksen, og hann heldur fram:
-Eftir 20 minuttir fingu vit betri tak á, og eg haldi, at tað var í lagi, at vit vóru á odda, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eftir steðgin trýsti TB nógv, og vit høvdu næstan ikki tak á bóltinum. Men vit vóru tryggir í verjuni, og tíbetur megnaðu vit at halda tørn, hóast vit mistu ein mann, tá ið ein lítil løta var eftir. Um vit skulu hugsa um at sleppa longri upp, so mugu allir geva seg fyri liðið, og verjan skal vera so góð, sum hon var í dag. Trý stig er ein góð byrjan, men vit eru greiðir yvir, at vit skulu betra spælið og fáa meiri frið á framrættaða spælið.
Tað varð roknað at vera sera stór avbjóðing, tá ið nýggi HB venjarin, Jan C. Dam, og hansara menn fóru til Runavíkar. Tí kendist 2-1 sigurin at vera ógvuliga søtur í HB leguni.
Ári Mohr Olsen, sum er spildurnýggjur í HB, setti hol, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir. Tað var eftir skjóta framlegging og eftir at NSÍ verjan himpraðist.
Eftir steðgin stútaði Klæmint A. Olsen til 1-1 eftir fríspark frá Árna Frederiksberg.
Men tá ið NSÍ ætlaði at leggja trýst á fyri at vinna, var tað HB, sum skoraði sigursmálið. Ein annar av ungu monnunum, Magnus Egilsson, setti við høvdinum bóltin í NSÍ málið. HB hevði møguleika at økja um leiðsluna, men Símun Rógvi Hansen bjargaði brotssparkinum frá Christiani R. Mouritsen. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið Símun Rógvi steðgaðil Teis Jacobsen.
-Hetta var ikki nóg gott. HB spældi betri, enn vit gjørdu, og tí var einki at siga til tað, at vit taptu. Vit hava vant at spæla øðrvísi, enn vit higartil hava gjørt, men vit tordu ikki at spæla tað, sum vit hava vant, og tað ber ikki til, staðfesti NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Nýggi HB liðformaðurin, Jóhan Troest Davidsen, var ógvuliga fegin:
-Talan var um torføra avbjóðing. At vit løgdu okkum framum bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir okkara treytum, meðan teir noyddust at stríðast meiri. Hóast teir javnaðu, so megnaðu vit at svara aftur, og hesin sigurin er sera kærkomin, sigur Jóhan Troest Davidsen.
Í Gundadali vann B36 4-1 á ÍF. Jógvan Skeel Nolsøe, nýggi B36 álopsspælarin, var tvífaldur málskjútti. Gestur B. Dam, sum var millum teir fyrstu ellivu, tí Hanus Thorleifsson var skaddur, setti hol á, og Sebastian Pingel, sum var skiftur inn, staðfesti stóra sigurin.
ÍF miðverjin Bogi Reinert Petersen minkaði við stútara eftir horna um munin til 2-1, men lítla løtu seinni var munurin aftur tvey mál.
-Eg var væl nøgdur við nógv av tí, sum eg sá. Stóri trupulleikin var, at vit gjørdu ov nógv mistøk í verjupartinum. Ímóti B36 verður tað sektað, og tí varð munurin so stórur í málum, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.
Nýggi B36 álopsspælarin, Jógvan Skeel Nolsøe, sum áður hevur spælt í bæði HB og AB, var ovurfegin um sigurin, og at tað var hepnast honum at vera tvífaldur málskjútti:
-Hetta var sera hugaligt. Eg kenni meg stak væl í B36. Liðfelagarnir eru góðir, og tá ið fríspælingarnar eru so góðar, so er neyðugt at skora, tí tað eru aðrir, sum bíða eftir at sleppa framat, sigur Jógvan Skeel Nolsøe.
Í báðum førum, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe skoraði, var tað Lukasz Cieslewicz, sum átti næstsíðsta fótin á.
Á in.fo varð sagt frá gongdini í dag
TB-KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Heðin Klakstein 30.
Dómari: Alex Troleis
TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Ragnar Joensen (Eirikur M. Ellendersen, 90.) – Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Rógvi Joensen, Kofi Appiah (Teitur Justinussen, 81.) – Hervé Din Din
Gult kort: Ndende Adama Guéye
Venjari: Robert F. Roelofsen
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Oladele Alli, Niels Pauli Danielsen – Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen – Jóannes Bjartalíð, Súni Olsen (Atli Danielsen, 75.), Heðin Klakstein (Ahmed Mujdragic, 75.) – Páll A. Klettskarð
Gult kort: Sørmundur Kalsø, Niels Pauli Danielsen, Súni Olsen
Reytt kort: Sørmundur Kalsø 88. (tvey gul)
Venjari: Mikkjal Thomassen
B36-ÍF 4-1 (2-0)
B36-ÍF 4-1 (2-0)
1-0: Gestur B. Dam 8.
2-0: Jógvan Skeel Nolsøe 49.
2-1: Bogi Reinert Petersen 60.
3-1: Jógvan Skeel Nolsøe 62.
4-1: Sebastian Pingel 88.
Dómari: Lars Müller
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie (Hørður Askham, 81.), Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Benjamin Heinesen (Sebastian Pingel, 71.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe (Pætur Petersen, 81.)
Gult kort: Benjamin Heinesen
Venjari: Eyðun Klakstein
ÍF: Oliver Korch (Hallgrím G. Hansen, 78.) – Leivur Joensen, Bogi R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex José dos Santos – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Andy Olsen (Adeshina Lawal, 74.) – Clayton Soares
Gult kort: eingin
Venjari: Jógvan Martin Olsen
NSÍ-HB 1-2 (0-1)
0-1: Ari Mohr Olsen 10.
1-1: Klæmint A. Olsen 57.
1-2: Magnus Egilsson 64.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 71.), Petur Knudsen, Magnus H. Olsen, (Nikolaj Køhlert, 52.), Einar Tróndargjógv - Árni Frederiksberg (Jannik Mathias Olsen, 75.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Magnus H. Olsen, Jens Joensen, Símun Rógvi Hansen, Petur Knudsen
Venjari: Anders Gerber
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Adrian Justinussen, 75.), Pál Mohr Joensen (Magnus Egilsson, 60.) – Teit Jacobsen, Ari Mohr Olsen (Símun Hansen, 88.)
Gult kort: Tróndur Jensen, Rókur Jespersen
Venjari: Jan C. Dam
Sunnudagin klokkan 15.00
Víkingur-Skála
AB-B68